Innanlands

Nýggjur kunningarfilmur um dysfagi

Nakrir sjúklingar hava torført við at tyggja og svølgja, og kunnu hava ilt við at eta vanligan mat. Hetta rópast dysfagi, og í Sjúkrahúsverkinum verður nógv gjørt fyri, at tey sum líða undir hesum eisini fáa mat, sum er leskiligur og góður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-05-04 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Køkurin er á mangan hátt hjartað í Sjúkrahúsverkinum. Her gera tey mat til allar innlagdar sjúklingar, og tey leggja seg eftir at gera mat, ið er dygdargóður, føðsluríkur og vakur á at líta.

Soleiðis verður sagt nýggjum kunningarfilmur, tí Sjúkrahúsverkið er gjørdur um  dysfagi.  

Nakrir sjúklingar hava torført við at tyggja og svølgja, og kunnu hava ilt við at eta vanligan mat. Hetta rópast dysfagi.

Áður hevur tað verið ein trupulleiki hjá sjúklingum, ið hava hetta, í mun til sjúkrahúsmat, men í sjónbandinum verður víst á, at í køkin á sjúkrahúsinum verður nógv gjørt burtur úr at eisini tey fáa mat, sum er leskiligur og góður og lættur at fáa niðurum.

Sí sjónbandið ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder