Innanlands

Nýggjur leiðari í Korndalsgarði

Kristina T. Larsen nýggjur leiðari fyri barnagarðin á Eiði

2021-05-12 19:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kristina Toftegaard Larsen verður nýggjur leiðari í barnagarðinum Korndalsgarði á Eiði. Kristina er búsitandi í Fuglafirði og er 55 ára gomul.

Kristina hevur drúgvar royndir innan bæði tað námsfrøðiliga økið, fyrisiting, roknskap og leiðslu.

Kristina byrjar í starvinum 1. juli, skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu síni.

Kristina Toftegaard Larsen hevur fyrr verið stjóri í Dugna og eisini leiðari fyri eldrasamstarvinum hjá Fuglafjarðar og Eysturkommunu, Nánd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder