2025-03-21 14:10

Jón Eliassen úr Leirvík, er frá 1. mars 2025 settur sum tónlistaskúlaleiðari í Eysturkommunu.
Jón er kandidatur í tónleikavísindi og enskum frá Københavns Universitet og er eitt kent andlit í kommununi, har hann leiðir kórið Eystanljóð, er organistur í Leirvíkar kirkju og framførir egnan tónleik.
Útyvir at reka tónlistaskúlan fær Jón til uppgávu at gera virksemi tónlistaskúlans enn meira sjónligt í mentanarlívinum og at lata tað í enn størri mun mynda umhvørvið kring skúlan í Eysturkommunu, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Í løtuni ganga áleið 80 næmingar í tónlistaskúlanum, sum er staðsettur bæði í Leirvík og við Gøtugjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald