2021-05-10 19:23

Michael Clausen Toft fingið leiðsluna av Forbindelseselement Færøerne
Michael Clausen Toft, oberstloytnantur, er nýggjur ovasti fyri deildini hjá danska hervaldinum í Føroyum, ið kallast Arktisk Kommandos Forbindelseselement Færøerne.
Hósdagin beyð ovasti leiðarin í Arktisk Kommando, Dan B. Termansen, kommandørur, honum vælkomin á høvuðsskrivstovuni í gomlu telegrafstøðini í Havn.
Uppgávan hjá Michael Clausen Toft í Føroyum er at hava ábyrgdina av eftiransing, hevd av yvirræði, stuðul í bjargingararbeiði, fiskiveiðieftirlit og varðveiting av góðum viðurskiftum við lokalu myndugleikarnar.
Manningin á Arktisk Kommando í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald