Tá nýggja stroymingartænastan HBO Max verður tøk í USA í mai, fáa hyggjarar aftur høvi at hitta gomlu vinfólkini Monica, Chandler, Ross, Rachel, Joey og Phoebe úr hitrøðini "Friends" – meira enn 25 ár eftir, at fyrsti parturin kom út.
Ein heilt nýggjur og serligur "Friends"-partur verður nevniliga framleiddur í hesum sambandi, skriva fleiri útlendskir miðlar.
Í tíðindaskrivi boðar HBO frá, at sjónleikarar, David Schwimmer, Jennifer Aniston, Courteney Cox, Matt LeBlanc, Lisa Kudrow, og Matthew Perry hava játtað at koma saman aftur í sambandi við framleiðsluni av nýggja partinum, sum verður tøkur samstundis sum øll "Friends"-røðin eisini verður tøk á nýggju stroymingartænastuni.
Allir seks høvuðsleikarar í "Friends" hava eisini váttað hetta á Instagram.
Leysasøgur hava gingið um hetta, síðan HBO Max keypti amerikonsku stroymingarrættindini til vælumtóktu røðina, sum Netflix annars hevði havt seinastu árini.
Síðan 1. januar hava fólk í USA sostatt ikki kunnað hugt eftir røðini á Netflix, har hon tó enn er tøk á okkara leiðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald