Innanlands

Nýggjur patologur á Landssjúkrahúsinum

Rikke Egede Vincentz byrjar í starvinum í dag

Rikke Egede Vincentz

Rikke Egede Vincentz

2022-01-10 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesi vikuni byrjar nýggjur patologur á Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Eingin fastur patologur hevur verið í Føroyum, síðani Maciej Kaminski gavst fyri einum ári síðani.

Nýggi serlæknin í patologi, Rikke Egede Vincentz, er formliga sett á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, men kemur at búgva og arbeiða í Havn. Gott samstarv er millum Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið, og tá tað er neyðugt verða royndir sendar til Danmarkar til greiningar.

Rikke væntar, at tá ein tíð er fráliðin, og patologiska økið er tøkniliga ment, so megnar hon at handfara umleið 80 prosent av øllum royndnunum sjálv.

Menna Rannsóknarstovuna
Tøkniliga menningin innan patologisk rannsóknartól er stór, men í Føroyum er tólaparkin lítil og ikki nýggj. Tað hevur við sær, at nógvar patologiskar royndir ikki kunnu gerast og greinast her heima, men verða sendar til Ríkissjúkrahúsið til greiningar. Tað gevur eina longri svartíð.

Rikke Egede Vincentz væntar at verða drúgv í Føroyum, og hon vónar at kunna verða við til at menna økið næstu árini, og flyta patologiina í Føroyum inn í nútíðina.

- Málið er at skapa eitt umhvørvi, sum eggjar øðrum patologum at koma til Føroyar at arbeiða í framtíðini, men beint nú gleði eg meg bara at koma í gongd, sigur nýggi serlæknin í patologi, sum byrjar á Landssjúkrahúsinum í dag, 10. januar.

Kelda: ls.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder