Ein nýggjur flokkur er komin á danska Fólkatingið. Fremad eitur flokkurin, sum er stovnaður av fólkatingslimum, sum nýliga hava meldað seg úr flokkinum LA, Liberal Alliance.
Talan er um tey bæði, Christina Egelund og Simon Emil Ammitzbøll-Bille, sum hava stovnað nýggja flokkin, skrivar Berlingske. Floksformaður verður Simon Emil Ammitzbøll-Bille, sum fram til seinasta fólkatingsval sat sum búskapar- og innanríkisráðharri í stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen.
Orsøkin til nýggja flokkin er, at farið er forlangt við herðingunum á útlendingaøkinum, sigur hann.
- Danir vilja hava ein herdan útlendingapolitikk. Tað vilja vit eisini. Tað vit siga er, at hesin politikkur skal eisini vera rímiligur og vera rættartryggur. Tað er tað, vit vilja tryggja, sigur hann við Berlingske.
Á sosialu miðlunum kallar Ammitzbøll-Bille nýggja flokkin fyri ein ”virðisliberalan miðflokk”.
Tað liggur longu nú greitt, at nýggi flokkurin fer at peika á formannin í Venstre, Jakob Ellemann-Jensen sum forsætisráðharra eftir eitt komandi val, skrivar Ritzau.
Tað hava leingi gingið søgur um, at ein nýggjur flokkur var á veg, eftir at Simon Emil Ammitzbøll-Bille og Christina Egelund meldaðu seg úr LA.
Fyrrnevndi hevur verið leysgangari á fólkatingi, meðan Christina Egelund er ein av nógvum LA-politikarunum, ið ikki vórðu afturvald á seinasta fólkatingsvali.
Liberal Alliance gekk aftur úr 13 niður í 4 fólkatingssessir. Fleiri kendir politikarar mistu fólkatingssess sín, umframt Egelund eisini Anders Samuelsen, floksformaður.
Hetta er fjórði flokkurin, sum Ammitzbøll-Bille kemur at umboða á Fólkatingi. Upprunaliga var hann limur í Radikale Venstre, so Borgerligt Centrum, sum hann sjálvur var við til at stovna og seinast Liberal Alliance.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald