- Ung Valevni er ein politiskt og fíggjarliga óheftur pallur, har ung undir 30 ár, ið stilla upp til løgtingsvalið 2019, kunnu vísa á síni hjartamál og politisku meiningar.
Soleiðis stendur ta lesa á nýggju heimasíðuni, ungvalevni.com, sum skal upplýsa ungar veljarar um hvat tey ungu valevnini sum bjóða seg fram til løgtingsvalið ætla at arbeiða fyri.
- Ætlandi kann pallurin virka fremjandi fyri føroyska fólkaræðið, har ungu valevnini kunnu vera sjónlig í valstríðnum, og veljarar hava møguleika at kunna seg um teirra meiningar um ymisk politisk mál, verður sagt.
- Vit liva í eini tíð, har serliga ungir veljarar ikki fylgja við í traditionellum miðlum - vit fylgja við á sosialum miðlum og á internetinum. Og tá hendir tað ofta, at vit fylgja einum ella kanska tveimum valevnum, sum vit í forvegin taka undir við, og so hoyra vit bara teirra sjónarhorn. Vit detta ongantíð um sjónarhornini hjá teimum, vit ikki fylgja, og tí vita vit ikki, hvat hini halda, sigur stovnarin av síðuni.
Fyri at tryggja at pallurin er politiskt óheftur, stendur bara tað á síðuni, ið valevnini sjálvi senda inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald