Tað hevur havt navnið Norðoya Kunningarstova í langa tíð, men nú er talan um meira altjóða navn: Visit North
Tað er ikki bert navnið, ið er broytt hevur gjørt eina nýggja ferðavinnustrategi fyri Norðoyggjar. Í hesum sambandi er eisini ein nýggjur grafiskur samleiki mentur, og nýggja heimasíða gjørd
Nýggja ferðavinnustrategiin er grundað á borgarafundir runt um í Norðoyggjum, fundir við kommunir og ynskir frá ferðavinnuaktørum, og er samstundis bygd á ynski um eina ábyrgdarfulla og burðardygga ferðavinnu við fylgjandi útsøgn:
”Einki átak í okkara øki uttanum okkum” sum er grundað á, at tað er umráðandi at vit ikki seta menningarátøk í gongd, uttan at tað er eitt ynski um tað ella tað er góðkent í lokaløkinum. Grundarsteinurin er føroyska jørðildið – føroyskar siðvenjur og matmentan.
Hetta er ein liður í at bjóða øllum at fáa lut í ferðavinnuni í Norðoyggjum. Tað var umráðandi fyri okkum at fáa forðingar av vegnum soleiðis at øll nú hava møguleika at menna ferðavinnuproduktir og upplivingar og samstundis hava ein pall at leggja tað út so tað er lættari atgongd til at selja.
Grafiska fyritøkan Virka hevur ment nýggja grafiska samleikan og heimasíðuna saman við okkum.
Visit North
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald