Aksel V. Johannesen hevur nú verið hjá løgtingsformanninum og biðið hann loyst seg úr starvi, og skal løgtingsformaðurin nú hitta allar floksformenninar, so peikast kann á ein nýggjan samráðingarleiðara.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður segði við Útvarpið í morgun, at málið væntandi verður avgreitt í dag.
Fyrsti floksformaðurin, sum skal hitta Páll á Reynatúgvu er formaðurin í størsta flokkinum, Jørgen Niclasen, og tað verður klokkan 13.
- Klokkan hálvgum fýra, ella har áleið, gangi út frá, at vit eru klár at siga, hvør hevur fingið mandatið til at royna samráðingar um nýggja stjórn, sigur løgtingsformaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald