2023-09-15 17:02
Í dag gevur Steintór Rasmussen út nýggjan sang, sum hann kallar Dropin. Í allarbesta kontrystíli er søgan um ein mann, sum er farin á barr og sigur frá sínum lívi, har at kalla alt gongur galið.
Sangurin er upptikin í Studio Mike í Klaksvík. Afturat Steintóri syngja eisini Herborg Torkilsdóttir og Karl Martin Samuelsen við á lagnum.
Dropin, sum kemur út á Spotify í komandi viku, kann longu nú hoyrast á YouTube.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald