2021-01-16 13:57

Fyrradagin undirskrivaðu Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið nýggjan sáttmála fyri privatstarvandi fysioterapeutar, sum virka eftir avtalu við Heilsutrygd.
Vanliga ávísingin frá serlækna er nú longd, og ein serlig ávísing er gjørd til persónar yngri enn 18 ár, sum hava likamligt brek ella varandi sjúku, ið hava við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum.
Sáttmálin, sum sæst her, er galdandi frá 1. oktober 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald