Innanlands

Nýggjur sendimaður vil leggja trýst á Føroyar

- Eg hopi vit klára at steðga fiskiveiðiavtaluni sum Føroyar hava við Russland, sigur ukrainski sendiharrin í Danmark

Andrii Yanevskyi, ukrainskur sendimaður í Danmark (Mynd: DR)

Andrii Yanevskyi, ukrainskur sendimaður í Danmark (Mynd: DR)

2024-03-08 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi ukrainski sendimaðurin í Danmark er alt annað enn fegin um, at Føroyar og Russland hava avtalu um fiskiveiðu.

- Eg kann ikki vera foreintur um, at nakað land hevur handil við Russland, tí hvør einasta króna, sum landið forvinnur, verður brúkt til eina krígsmaskinu, sum endar við rakettum og bumbum í heimlandi mínum.

- Eg vóni at vit klára at steðga tí, sigur Andrii Yanevskyi við Danmarks Radio, og sipar til fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland.

Hann sigur, at roynt verður at fáa føroyska landsstýrið at skilja, at tað ikki er eitt gott hugskot at gera avtalur við Russland.

Andrii Yanevskyi tók við sum ukrainskur sendimaður í desember í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder