
Dávið Michelsen er júst liðugur við hálvfimta ára longu serlæknaútbúgvingina í almennum medisini, sum hann hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Dávið Michelsen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Katrin Danielsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Sten Larsen, kommunulækna, í viðtalu á Tinghúsvegi 70.
Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri barnasjúkur, hevur Dávið verið á Hvidovre Hospitali og tikið tann partin har í seks mánaðir.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tveir læknar verða eftir ætlan lidnir 28. februar 2023.
Í dag 1. mars eru 20 ár síðan fyrsti læknin byrjaði í høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald