Í vikuni hevur Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men nú er hann loksins komin á sjúkrahúsið, skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðuni.
Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú riggað nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá tørvur verður á honum – og tey lata væl at.
Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum. Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald