Innanlands

Nýggjur sóknarprestur í Havn og í Nólsoy

Steintóra Gleðisheygg Joensen verður skipað í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi

Steintóra Gleðisheygg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Steintóra Gleðisheygg (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-24 14:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undir gudstænastuni í Havnar kirkju sunnudagin 26. november kl.11.00 skipar Uni Næs, dómpróstur, Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Umframt Havnar kirkju verður Steintóra eisini sóknarprestur í Nólsoyar kirkju.

Steintóra var prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi.

Steintóra tók við embætinum 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder