Uttanlands

Nýggjur stjóri í Nordatlantisk Hus í Odense

Annette Bogø Lyberth tekur við sum stjóri í Nordatlantisk Hus og Det Grønlendske Hus í Odense 1. september

2023-06-27 15:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon avloysir Nauja Bianco, sum hevur gjørt av at gevast av privatum orsøkum. Anette Bogø Lybert hevur verið varastjóri í báðum húsunum síðani 2013. Hesir báðir mentanarstovnarnar, sum hava sítt grundarlag í Norðuratlantshavi, halda til í mentanarhúsinum í havnini í Odense.

[object Object]

Ein av uppgávunum hjá stovnunum er at varpa ljós á viðurskiftini í fyrst og fremst Grønlandi, Íslandi og Føroyum, har tað finnast Norðurlandahús. Tætt samband er millum allar hesar norðurlendsku mentanarstovnarnar.

Stórt tal av føroyingum búgva í dag í Odense, harav nógvir teirra eru í lestrarørindum. 

Nýggi stjórin hevur útbúgving í enskum og donskum og hevur m.a. undirvíst á studentaskúla í Grønlandi. 


https://www.nordatlantiskhus.dk/

Sí her tíðindaskriv frá Nordatlantens Hus:


https://mail.google.com/mail/u/0/#inbox/WhctKKXxCwzTpZtFkMNRgCFSTpjBcMRldNmWnJZZmsVGzHmCMXzvVfsHfQKmqKzkjnbwbPq?projector=1&messagePartId=0.2


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder