
Trý útlendsk listafólk eru í løtuni í Vági og nógv ymiskt kemur burturúr. Tey vóru við at hava framsýningar á fjølmentavikuni fyri kortum, og sum partur av listaverkætlanina Community Art, er ein stuttfilmur nú eisini komin burturúr.
Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at filmurin vísir brellbitar frá fjøltáttaða gerandisdegnum í Vági og hjá vágbingum.
Hendan listaverkætlanina byrjaði í september heldur fram til síðst í novembur. Tað er Martijn Bastiaans, sum hevur filmað, og hann og starvsfelagarnir eru eisini í gongd við at gera sonevndar audiotúrar í Vági. Har verða ymiskar søgur tiknar upp, og vágbingar kunnu geva sítt íkast, skrivar vagur.fo
Til ber at síggja stuttfilmin - ið er fýra minuttir til longdar - her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald