Innanlands

Nýggjur sýslumaður í Streymoyar sýslu, Vága sýslu og Sandoyar sýslu 1. februar

Kristjan Hans Martin Joensen avloysir Finnboga Midjord, ið er farin frá fyri aldur. Hann var ein av trimum, ið søktu, sambært Kringvarpinum

2021-12-17 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kristjan Hans Martin Joensen verður skjótt triðji sýslumaðurin í Føroyum. Eingin er í løtuni fastur sýslumaður í Streymoyar sýslu, Vága sýslu og Sandoyar sýslu, tí Finnbogi Midjord fór frá 1. oktober. 

Eftir nógv ár í starvinum fór hann frá fyri aldur. Tríggjar umsóknir komu til hansara starv, og tað var Kristjan Hans Martin Joensen, ið fekk tað.

Kringvarpið skrivar, at hann tekur við starvinum 1. feburar 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder