Uttanlands

Nýggjur tunnil tikin í brúk í Vestfirðum í Íslandi

Dýrafjarðartunnilin styttir Vestfjarðavegin til 27 kilometrum

(Mynd: ruv.is)

(Mynd: ruv.is)

2020-10-28 13:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendingar hava fingið ein nýggjan tunnil, so at sleppast kann undan at fara upp í fjøll fyri at koma millum bygda.

Talan er um tunnilin millum Arnarfjørð og Dyrafjørð. Vit eru uppi í Vestfirðum, í fólkafátæka útnyðringshorninum av Íslandi.

Fyri at koma til Þingeyrar og víðari til bygdirnar Flateyri, Ísafjörð og Bolungavík, og eisini runt eftir høvuðsvegi 61, hevur verið neyðugt at koyra upp um Hrafnseyrarheiði til Þingeyrar.

Og hetta hevur stundum verið ein avbjóðing fyri bilarnar, serliga á vetrartíð, tá nógvur kavi legst á hesum heiðum.

Farna vikuskifti var tunnilin til Dyrafjarðar so latin upp fyri almennari ferðslu.

Hesin tunnilin hevur verið eitt ynski leingi, kanska serliga hjá teimum, sum búgva á Þingeyri. Fleiri hundrað bilar stóðu í bíðirøð fyri at sleppa at royna tunnilin, tá hann varð latin upp sunnudagin.

Teirra millum var eisini ein bussur fullur við skúlabørnum úr Þingeyri. Hesi børn hava spælt serligan leiklut í royndini at fáa henda tunnilin. Í 2010 skipaðu skúlanæmingarnir fyri einum serligum haldi, har fyrsi spakin varð settur í til nýggja tunnilin. Hetta hendi eftir at tey høvdu skrivað bræv til ráðharran við ynskjum sínum.

Ferð kom tó ikki á arbeiðið fyrr enn í 2017, og nú kann koyrast gjøgnum 5,6 kilometra langa bergholið.

Við “Dyrafjarðargöng”, sum tunnilin verður kallaður, styttist Vestfjarðarvegurin við meira enn 27 kilometrum. Nú verður eisini givist við umfatandi arbeiðinum at rudda vegin um Hrafnseyrarheiði fyri kava um veturin, skrivar ruv.is. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder