Hann hevur fleiri enn 4.5 milliónir sýningar á youtube, og flest børn, vaksin og eisini ommur og abbar kenna sangirnar hjá Klovninum BUBU, sum í gjár lat úr hondum nýggjan tónleik.
Tónleikurin sum er savnaður á einum geyma, hevur 13 løg á, og kom út í gjár, fríggjadagin 13. desember. 7 sangir eru nýggir, umframt 6 sangir ið eru framførdir áður, men tó ikki allir gjørdir sum sjónbandalag.
- Hetta hevur verið á veg leingi, men nú er geymin endiliga her. Vit hava valt at leggja tónleikin á geyma, tí at tað eru alt fleiri, ið ikki hava fløguspælara, og tí at geymin eisini er lættari at hava við sær, ella spæla av í bilinum, sigur BUBU um nýggja útgávuna.
Hesir sangirnir eru ymiskir og fjølbroyttir, og hava jaliga og lætta Bubu dámin yvir sær, eins og vit kenna tónleikin hjá BUBU.
Í sambandi við útgávuna, so vitjar BUBU hjá Wenzel í Havn í dag kl. 12.00, og á Norðurjól í Klaksvík kl. 15.00 har hann fer at syngja sangir av nýggju fløguni.
Á tiltøkunum hevur BUBU tónleikarar við sær, umframt at kendi countrykongurin Hallur Joensen eisini kemur at syngja saman við BUBU til Norðurjól í Klaksvík.
Geymin verður í handlunum kring oyggjarnar nú í vikuskiftinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald