Uttanlands

Nýsæland: Ætla at banna nýtslu av fartelefonum í øllum skúlum

– Vit ynskja, at okkara næmingar skulu læra, og at okkara lærarar skulu undirvísa, sigur forsætisráðharrin, Christopher Luxon

– Okkara næmingar skulu læra, og at okkara lærarar skulu undirvísa, sigur Christipher Luxon, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

– Okkara næmingar skulu læra, og at okkara lærarar skulu undirvísa, sigur Christipher Luxon, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2023-12-03 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja stjórnin í Nýsælandi ætlar at banna nýtslu av fartelefonum í skúlum um alt landið. Bannið verður sett í verk áðrenn stjórnin hevur sitið í 100 dagar, sigur nýggi forsætisráðharrin, Christopher Luxon.

Endamálið er at bøta um lesiførleikarnar hjá teimum ungu.

– Fartelefonir skulu bannast í skúlum um alt Nýsæland. Vit ynskja, at okkara næmingar skulu læra, og at okkara lærarar skulu undirvísa, sigur Luxon.

Granskarar hjá nýsælendska felagsskapinum Education Hub ávaraðu í fjør um eina sonevnda "lesikreppu", eftir at teir funnu fram til, at 40 prosent av teimum 15 ára gomlu næmingunum stríddust við at lesa og skriva.

Tað stendur greitt, at okkurt má gerast við lága støðið í Nýsælandi, sigur felagsskapurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder