Uttanlands

Nýsæland: Chris Hipkins nýggjur formaður í Labour

Á floksfundi í dag tók tað tinglimunum hjá Labour minni enn ein tíma at góðkenna hann sum formann

Chris Hipkins var tann einasti, ið bjóðaði seg fram at yvirtaka leiðsluna eftir Jacinda Ardern (Mynd: EPA)

Chris Hipkins var tann einasti, ið bjóðaði seg fram at yvirtaka leiðsluna eftir Jacinda Ardern (Mynd: EPA)

2023-01-22 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er endaliga greitt, at 44 ára gamli Chris Hipkins verður nýggjur forsætisráðharri í Nýsælandi.

Í gjár varð boðað frá, at hann var einasti persónurin, sum bjóðaði seg fram at gerast nýggjur formaður í Labour og harvið eisini forsætisráðharri, og á fundi í dag hava tinglimirnir hjá flokkinum valt hann til formann.

Tað tók teimum í Labour minni enn ein tíma at góðkenna hann sum nýggjan formann, skrivar Ritzau.

Í stuttari viðmerking til miðlarnar eftir fundin, segði Hipkins, at hann gleðir seg til at byrja í starvinum.

Chris Hipkins, sum í løtuni er ráðharri í útbúgvingarmálum, varð fyrstu ferðir valdur í nýsælendska tingið fyri Labour í 2008, og undir koronafarsóttini varð hann ráðharri við ábyrgd av koronuhandfaringini og heilsumálaráðharri.

Jacinda Ardern leggur frá sær 7. februar, og tá tekur Chris Hipkins við sum forsætisráðharri. Tað kann tó enda við, at hann bert fær nakrar mánaðir í forsætisráðharrasessinum, tí 14. oktober skulu nýsælendsingar á val.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder