Uttanlands

Nýsæland fer at lata landamørkini uppaftur

Seinasta hálvtannað árið hevur ikki verið gjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Nýsælands, og tí mangla tey fólk á arbeiðsmarknaðinum

Jacinda Ardern, forsætisráðharri hevur boðað frá, at hon fer at kunngera meira um upplatingina seinni í vikuni (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri hevur boðað frá, at hon fer at kunngera meira um upplatingina seinni í vikuni (Mynd: EPA)

2021-08-09 17:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Nýsælandi vóru tey skjót at lata landamørkini aftur fyri hálvumøðrum ári síðani, og hóast tey hava klárað at hildið koronasmittutalið á einum lágum støði, hevur afturlatingin givið aðrar avbjóðingar.

Seinasta hálvtannað árið hevur tað nevniliga verið ógjørligt hjá oyggjalandinum at innflyta útlendska arbeiðsmegi, og tí mangla fólk á nýsælendska arbeiðsmarknaðinum, skrivar Ritzau.

Bæði fyritøkur og tað almenna hevur lagt trýst á forsætisráðharran, Jacinda Ardern, og hevur hon boðað frá, at hon fer at kunngera meira um upplatingina av landamørkunum seinni í vikuni. Hon undirstrikar tó, at hetta skal gerast varliga.

– Vit eru komin ov langt og hava tryggjað okkum ov nógv frælsi til, at vit skulu framskunda tilgongdina og enda við at at verða noydd at bakka, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder