Uttanlands

Fólk í Nýsælandi lata vápn síni inn aftur

Eftir yvirgangsálopini í Christchurch í mars, gjørdi stjórnin av at seta fleiri enn 200 mió. dollarar av til at keypa vápn inn aftur frá fólki

Fólk á veg at lata vápnini inn (Mynd: DR)

Fólk á veg at lata vápnini inn (Mynd: DR)

2019-07-13 21:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn hundrað vápnaeigarar hava í dag latið síni hálvsjálvvirkandi vápn inn til løgregluna í Christchurch í Nýsælandi.

Afturfyri hava tey fingið upp til 70 prosent av keypsprísinum aftur.

Økisstjórin fyri løgregluna í Canterbury sigur, sambært DR, at tey eru væl nøgd við úrslitið í dag.

Í dag hava tey fingið 224 vápn og 217 vápnapartar frá 169 fólkum, og hava tey til samans latið 433.000 nýsælendskar dollarar (uml 1,9 mió. í okkara krónum), aftur fyri vápnini.

Fólk stóðu og bíðaðu uttanfyri longu frá klokkan hálvgum níggju, hóast dyrnar ikki lótu upp fyrr enn klokkan tíggju.

Stýrið í Nýsælandi hevur sett fleiri enn 200 mió. dollarar av til at keypa vápn inn aftur.

Nýsælendska stjórnin herdi vápnalógina í apríl orsakað av yvirgangsálopunum í mars, har ein vápnaður maður skeyt 51 fólk til deyðis í tveimum moskum í Christchurch.

Nakrir vápnaeigarar siga, sambært lokalum miðlum, at teir eru vónbrotnir um at skula lata vápnini inn aftur, men hóast tað, skilja tey væl, hví tað er neyðugt.

- Lógin varð broytt, og eg skilji væl, at hetta fær øll at kenna seg meira trygg. So ja, fá tað gjørt og lat vápnini inn, segði ein vápnaeigari.

Hetta varð fyrsta av fleiri enn 250 ætlaðum afturkeypstiltøkum, sum skulu vera kring alt Nýsæland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder