
Eftir at hava fingið grønt ljós frá nýsælendska heilivágsstýrinum, Medsafe, hevur stjórnin í landinum tikið avgerð um, at eisini børn millum 12 og 15 ár kunnu verða koppsett við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.
Ein treyt er tó, at Pfizer framhaldandi fer at kunna um úrslitini av klinisku royndunum fyri hendan aldursbólkin, skrivar miðilin RNZ.
Talan er um eina fyribilsgóðkenning, og kunnu børn í hesum aldursbólkinum ikki verða koppsett enn. Endaliga góðkenningin kemur væntandi seinni í hesum mánaðinum.
Talið á nýsælendskum børnum í aldrinum 12-15 ár er uml. 265.000, og landið hevur longu bílagt nóg mikið av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til at dekka koppseting av hesum aldursbólkinum, sigur forsætisráðharrin, Jacinda Ardern.
Í mai góðkendu bæði evropeiski heilivágsstovnurin, EMA og amerikanska heilivágsstýrið, FDA eisini koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech fyri hendan aldursbólkin, og m.a. í Danmark hava tey boðað frá, at tey ætla at bjóða børnum millum 12 og 15 ár at verða koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald