Í dag lata nýsælendsku landamørkini heilt uppaftur fyri vitjandi úr øllum heiminum – fyri fyrstu ferð, síðan landið stongdi landamørkini í mars 2020, tá korona var byrjað at gera um seg.
Nýsæland byrjaði eina stigvísa upplating í februar. Fyrst vóru tað bert nýsælendingar, sum kundu sleppa inn í landið, men síðani er latið meira og meira upp.
Frá í nátt hevur aftur verið møguligt hjá vitjandi og lesandi við visum at sleppa inn í landið, og latið er eisini uppaftur fyri ferðamannaskipum og stuttleikabátum.
Tað er tó krav fyri tey flestu, ið ynska at vitja í Nýsælandi, at tey skulu vera koppsett fyri koronu, og at tey skulu lata seg kanna fyri koronu tvær ferðir eftir komu til landið. Tó er einki krav um sóttarhald.
Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi, sigur, at í dag er ein stór løta.
Martin Stuart Nash, ráðharri í ferðavinnumálum sigur tað vera gott fyri lokalu vinnuna, at ferðamannaskip nú aftur sleppa at leggja at í Nýsælandi.
– Flestu vitjanirnar av ferðamannaskipum eru í heitu mánaðunum frá oktober til apríl, og summarið er okkara besta árstíð yvirhøvur. Hetta merkir, at full ferð kemur á vinnuna, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald