Nýsæland skal hava nýggja stjórn og nýggjan forsætisráðharra. Tað er greitt eftir tjóðartingsvalið í dag, har andstøðuflokkurin National Party gjørdist størsti flokkur.
Sitandi forsætisráðharrin, 45 ára gamli Chris Hipkins úr Labour, sum tók við, eftir at Jacinda Ardern fór frá í januar, hevur viðurkent ósigurin og ynskt flokkinum National Party til lukku við sigrinum, skriva altjóða miðlar.
Nú 98,7 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, stendur National Party til at fáa 38,99 prosent av atkvøðunum, meðan Labour fær 26,85 prosent, skrivar miðilin RNZ.
53 ára gamli Christopher Luxon, sum stendur á odda fyri National Party, sigur, at hann er til reiðar at skipa nýggja stjórn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald