Uttanlands

Nýsæland: Túsundatals húsarhald uttan streym

Síðst í januar varð Nýsæland rakt av illveðri, sum kravdi fýra mannalív, og nú er ódnin Gabrielle ávegis til Nýsælands, og er neyðrættarstøða lýst fleiri staðni í landinum

Maður í Auckland fyrireikar seg til ódnina (Mynd: Reuters)

Maður í Auckland fyrireikar seg til ódnina (Mynd: Reuters)

2023-02-13 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fáum vikum síðani varð neyðrættarstøða lýst í Nýsælandi orsakað av illveðri, sum eisini kravdi fýra mannalív, og nú er ein tropisk ódn orsøkin til, at neyðrættarstøða aftur er lýst fleiri staðni í norðara parti av landinum.

Túsundatals húsarhald eru uttan streym, og fleiri enn 500 flogferðir eru avlýstar í dag, umframt at buss- og tokferðslan eisini er ávirkað.

Ódnin, sum verður nevnd Gabrielle, var í morgun 200 km í ein landnyrðing úr størsta býnum Auckland, og væntast hon at nærkast nýsælandsku eysturstrondini komandi 24 tímarnar, skrivar Reuters.

Sambært BBC eru uml. 46.000 húsarhald uttan streym, og myndugleikarnir hava ávarað um, at tað kan taka fleiri dagar, áðrenn øll hava fingið streymin aftur.

Í Auckland, sum hevur fleiri enn 1,6 milliónir íbúgvar, verður framvegis arbeitt við at byggja upp aftur eftir illveðrið síðst í januar.

Kieran McAnulty, ráðharri við ábyrgd av kreppuhandfaring sigur, sambært Ritzau, at umhugsað verður at lýsa neyðrættarstøðu fyri alt landið. Um so verður, verður hetta bert triðju ferð í søguni hjá Nýsælandi, men tað er ikki vist, at tað verður neyðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder