Uttanlands

Nýsæland: Ukrainsk flóttafólk kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi

Tey, sum eru rýmd undan krígnum í Ukraina og hava fingið fyribilsvisum skulu ikki lúka vanligu krøvini um málkunnleika og arbeiðsstøðu fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, boðar nýsælandska stjórnin frá

Nýsælandski ráðharrin í integratiónsmálum, Andrew Little (Mynd: RNZ)

Nýsælandski ráðharrin í integratiónsmálum, Andrew Little (Mynd: RNZ)

2023-08-26 17:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainsk flóttafólk í Nýsælandi fáa nú møguleika at søkja um varandi uppihaldsloyvi í landinum, boðar nýsælandska stjórnin frá.

Hesin møguleikin er galdandi fyri tey, ið eru rýmd undan krígnum í Ukraina, og sum hava fingið eitt serligt fyribilsvisum í Nýsælandi áðrenn 15. mars næsta ár. 

Tey skulu sostatt ikki lúka vanligu krøvini um eitt nú málkunnleika og arbeiðsstøðu fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Higartil hava 1.500 persónar úr Ukraina fingið fyribils uppihaldsloyvi í Nýsælandi, skrivar Nýsælendski miðilin RNZ.

Nýsælandski ráðharrin í integratiónsmálum, Andrew Little sigur, at nógv av teimum, sum leitaðu sær friðskjól í Nýsælandi høvdu ikki væntað at skula vera leingi í landinum, men meðan kríggið er, hevur Nýsæland skyldu til at geva teimum trygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder