Uttanlands

Nýsæland vil seta aldursmark á sosialar miðlar

Tað eru tó ikki øll í stjórnini, sum taka undir við uppskotinum, sum hevur til endamáls at forða ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-24 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer nýsælendski stjórnarflokkurin National Party sambært forsætisráðharranum, Christopher Luxon at leggja fram lógaruppskot um at nokta ungum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar,

Stjórnin ikki kann góðtaka tann skaðan, sum sosialir miðlar hava við sær orsakað av skaðiligum innihaldi, tøkni, sum børnini gerast bundin av, og trýsti, sum tey ikki eru før fyri at handfara, sigur Luxon.

– Tað ávirkar teirra familjulív, teirra sálarheilsu, svøvn og útbúgving.

Sambært uppskotinum fáa fyritøkurnar handan sosialu miðlarnar eina bót á upp til tíggju prosent av globala umsetninginum hjá sosiala miðlinum, um tær ikki fylgja lógini.

Kravt verður av sosialu miðlunum, at teir skulu vátta aldurin hjá brúkarunum.

Tað er tó ógreitt, um lógaruppskotið verður samtykt, skrivar Ritzau.

Winston Peters, uttanríkismálaráðharri, sum er formaður í stjórnarflokkinum New Zealand First sigur, at flokkurin tekur ikki undir við uppskotinum. Hann sigur, at tey í flokkinum eru stúrin um, hvat eitt slíkt uppskot annars kann hava við sær.

Avstralia gjørdist í desember fyrsta landið í heiminum at seta eina lóg í gildi, sum noktaði ungum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar, og sambært Peters hevur lógin riggað illa. Hann heldur, at tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at forða børnunum í at brúka sosialar miðlar.

Luxon hevur áður ásannað, at tað ikki verður lætt at seta í verk eitt slíkt forboð.

– Vit fáa ikki øll børnini av sosialu miðlunum. Onkur finna altíð útav tí, men fyri at siga sum er, er tað alt ov týdningarmikið til, at vit ikki skulu gera eina roynd.

Síðan avstralska lógin kom í gildi hava fleiri lond sett í gildi lógir, sum hava til endasmáls at forða børnum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar, og fleiri onnur lond hava boðað frá ætlanum um at seta slíkt bann í gildi. Í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Javnaðarflokkinum stendur eisini, at aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder