Fyrr í vikuni staðfesti kyrrahavsoyggjalandið Tonga sín fyrsta koronutilburð, eftir at landið, síðan korona breyt út fyrst í 2020, annars hevði megnað at hildið seg smittufrítt.
Tað var eitt ferðafólk, sum kom úr Nýsælandi mikudagin, sum er orsøkin til, at Tonga nú ikki longur er smittufrítt.
Viðkomandi, sum kom úr einum flogfari úr Christchurch saman við 215 øðrum ferðafólkum, hevur síðani verið avbyrgdur á gistingarhúsi, upplýsir, landsins forsætisráðharri sambært The Guardian.
Christchurch hevur annars verið smittufríur í fleiri mánaðir, inntil fýra tilburðir vórðu staðfestir í býnum í vikuni, eftir at ein smittaður persónur var komin aftur úr Auckland.
Sambært nýsælendsku heilsumyndugleikunum var ferðafólkið, sum hevði smittuna við sær til Tonga, liðugt koppsett við koppingarevninum hjá Pfizer, og varð viðkomandi staðfestur negativur eftir kanning áðrenn fráferð.
Tonga var eitt av heilt fáum londum í heiminum, sum enn ikki hevði skrásett nakran koronusmittutilburð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald