Innanlands

Nýtt amboð til børn og ung

Í sambandi við ABC fyri sálarheilsu hevur Fólkaheilsuráðið gjørt eina nýggja krabbagággu, sum inniheldur spurningar, ið eru knýttir at góðari sálarligari heilsu

2019-09-04 17:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hevur Fólkaheilsuráðið ment nýtt tilfar, ið skal virka sum amboð til at tosa um sálarliga heilsu millum bæði børn, ung og vaksin.

Amboðið, ið talan er um, er ein sokallað ABC “krabbagágga”. Tey flestu kenna krabbagágguna frá tí, at tey vóru børn:  Tú leggur eitt pappír saman á ein serligan hátt, teknar og skrivar í krabbagágguna, og so virkar hon sum eitt spæl, ið tú kanst spæla við onnur við. Munurin á eini vanligari krabbagággu og eini ABC krabbagággu er, at hon inniheldur nakrar spurningar, ið eru knýttir at góðari sálarligari heilsu, uttan at orðið “sálarlig heilsa” verður nevnt.

Eitt vælumtókt amboð

Fólkaheilsuráðið hevur í hálvtannað ár havt eina ABC krabbagággu, ið hevur verið til ung og vaksin. Henda krabbagágga hevur verið sera væl móttikin og nógv brúkt í ymiskum samanhangum sum til eitt nú tiltøk, í skúlum og til fundir. Tilsamans eru eini 5000 eintøk brúkt kring landið. Í longri tíð hevur tó verið eftirspurningur eftir eini krabbagággu, sum í størri mun er tillagað til børn og ung upp til umleið 13 ára aldur.

Vit eru fegin um at avdúka, at nýggja ABC krabbagággan til børn og ung nú er almenn. Møguligt er at fáa hendur á henni við at venda sær til Fólkaheilsuráðið ella taka hana niður á heimasíðuni.

Tað serliga við hesi nýggju krabbagágguni er, at tað bæði er møguligt at lita nakrar myndir, brúka spurningarnar í krabbagágguni, og at tekna ella skriva svarið uppá spurningin í krabbagágguna. Krabbagággan ger tað tí enn lættari at vera virkin, saman og hugbundin í spælinum, sum er endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu.

Krabbagággan til børn og ung er meira litføgur og spurningarnir eru tillagaðir til yngra aldursbólkin. Nýggja ABC krabbagággan er gjørd í samstarvi við fakfólk, ið hava samband við børn og ung, og við at royna nakrar av spurningunum við børnum í ymiskum aldri.

Krabbagággan gevur nógvar møguleikar

Krabbagággan er eitt amboð, ið kann brúkast á ymiskan hátt og sum tískil gevur nógvar møguleikar.

Krabbagággan er eitt serliga hent amboð, tá tú skalt tosa um góða sálarliga heilsu. Spurningarnir í krabbagágguni kunnu fáa teg at hugsa um títt egna lív, og hvat tú gert fyri at hava eina góða sálarliga heilsu. Fyri størri børn og ung er hetta eisini eitt amboð, ið t.d. kann brúkast til at taka stig til at spyrja síni foreldur ella systkin um nakað, tey kanska vanliga ikki tosa so nógv um, og royna eitt nýtt spæl saman sum familja. Í barnagørðum, skúlum, í frítíðarvirksemi og til t.d. føðingardagar kann krabbagággan eisini brúkast sum eitt amboð til at læra hvønn annan betur at kenna og til samansjóðing. Um børnini ikki duga at lesa, er hetta eingin forðing fyri at spæla við krabbagágguni. Ein vaksin kann lesa spurningarnar upp, og barnið kann tekna svarið í krabbagágguna, um tað hevur hug til tað.

- Fólkaheilsuráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder