Innanlands

Nýtt apotek letur upp mikudagin

Vága apotek, sum er staðsett á Heiðavegi í Miðvági, er sætta apotekið í Føroyum

(Mynd: Hmr.fo)

(Mynd: Hmr.fo)

2025-03-31 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin verður ein stórur dagur í apotekssøgu Føroya. Tá letur eitt spildurnýtt apotek upp í Vágum, boða Heilsumálaráðið og Apoteksverkið frá.

Vága apotek er sætta apotekið í Føroyum, umframt Norðoya apotek, Tjaldurs apotek, Apotekið í Steinatúni, Suðuroyar apotek og Eysturoyar apotek.

Nýggja apotekið, sum er staðsett á Heiðavegi í Miðvági, er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri. Fimm starvsfólk fara at starvast á apotekinum.

Á upplatingardegnum, mikudagin 2. apríl verður almenn móttøka frá klokkan 11 til 13.

Til móttøkuna verður okkurt lítið til góman, umboð fyri landsmyndugleikar og Apoteksverkið siga nøkur orð, og høvi verður at síggja hølini og umstøðurnar annars. Síðani letur Vága apotek upp fyri avgreiðslu klokkan 13.

Uttanfyri Vága apotek verður onnur handkeypssjálvtøkan í landinum. Hin fyrsta er liðugt royndarkoyrd við Tjaldurs apotek í Havn við góðum úrsliti.

Sjálvtøkan er opin alt samdøgrið, og allar dagar í árinum. Her fæst mest vanligi heilivágurin, so sum pínustillandi, umframt sjóverkstablettir og annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder