Innanlands

Nýtt átak um gáloysni í ferðsluni

Komandi vikurnar skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd, í samstarvi við Trygd og Betri Trygging, fyri átak um gáloysni í ferðsluni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-18 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvat gert tú, meðan tú koyrir? Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum við nýggjum átaki fer at varpa ljós á gáloysni í ferðsluni komandi vikurnar.

Hetta verður gjørt í samstarvi við Trygd og Betri Trygging.

– Við einum spildurnýggjum átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Bara.

Gáloysni í ferðsluni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, men seinnu árini hevur RFF sett evnið á breddan fleiri ferðir og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni. Tú kanst vera visuelt gáloysin (tá tú hyggur burtur frá ferðsluni), kognitivt gáloysin (tá tú hugsavnar teg um annað enn ferðsluna), motoriskt gáloysin (tá tú sleppur stýrinum við aðrari ella báðum hondum) og auditivt gáloysin (tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni).

Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

Hvat siga hagtølini?
Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 kr í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildnað fartelefon.

Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 kr, umframt klipp í koyrikortið.

Í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027” verður mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið, skrivar RFF.

Yvirlit yvir politimál fyri nýtslu av handhildnari telefon:

  • 2018: 432
  • 2019: 247
  • 2020: 373
  • 2021: 263 (higartil í ár)

Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni, skrivar RFF.

– Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri RFF, hava vit spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni. Heili 47% av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.

– Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20% at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt.

RFF vísir á, at snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímoti smsboðum, meðan ein koyrir. Eisini verður skotið upp, at onnur ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað enn at koyra, bjóða seg at taka sær av telefonsamrøðum, smsboðum, ella útvarpinum, ella at tey biðja bilføraran koyra til síðis og steðga bilinum, til teir eru til reiðar at halda fram at koyra.

Átakið um gáloysni byrjar í dag, 18. oktober og heldur fram í tríggjar vikur. Løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder