Mentan

Nýtt átak: Virkin januar

Talan er um eitt nýtt átak, sum hevur ein álmanakka fyri januar – Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-31 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, 1. januar 2021 byrjar átakið Virkin januar, sum ABC fyri sálarliga heilsu skipar fyri.

Januar er byrjanin uppá eitt nýtt ár og er eisini tíðin, tá nógv seta sær nýggj mál og avbjóðingar. At taka lut í Virkin januar er tí eitt gott høvi at fáa eina góða byrjan uppá 2021 og byrja árið við at gera ymiskt gott fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna, skrivar Fólkaheilsuráðið.

Talan er um eitt nýtt átak, sum hevur ein álmanakka fyri januar. Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna.

– At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga og tí eggja vit til, at vera virkin uppá nógvar ymiskar mátar. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella at fáa íblástur til annað virksemi, ið gevur størri meining fyri tann einstaka.

Átakið Virkin januar er fyri øll, og ein og hvør kann luttaka í tann mun, sum tann einstaki megnar.

Har eru tveir álmanakkar, ein til børn/ung og ein til ung/vaksin. Til ber at taka kalendararnar niður á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum og deila teir við onnur ella prenta og hanga upp.

Luttakarar kunnu eisini taka lut í kappingini, sum Fólkaheilsuráðið skipar fyri á Instagram í sambandi við átakinum. 

– Vís okkum hvussu tú tekur lut í Virkin januar, og ver við í lutakastinum um eitt gávukort frá NAX, virði 5000 kr. Gávukortið kann brúkast til t.d. kajakk, fjallatúrar ella túrar við skjóttgangandi báti.

Tørvur er á at ansa eftir sálarligu heilsuni

Fólkaheilsuráðið hevur fyri stuttum kunngjørt úrslit frá kanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019. Les meira her.

Úrslitini frá kanningini vísa á, at sálarliga heilsustøðan hjá einum stórum bólki av teimum millum 18-35 ár ikki er góð, og tí er tørvur á at gera nakað við sálarligu heilsuna í Føroyum, sigur Fólkaheilsuráðið.

– Átakið Virkin januar er ein máti, vit kunnu leggja dent á at fremja og varðveita góða sálarliga heilsu. Við átakinum vísa vit eisini á, at sálarlig heilsa snýr seg um annað enn at viðgera sjúku. At vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga eru grundleggjandi byggisteinar fyri at menna sálarligu heilsuna. At vera virkin heldur okkum vakin, ágrýtin og í sambandi við onnur.

Fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarliga heilsu, enn tey, sum ikki eru virkin, sigur Fólkaheilsuráðið.

Við nýggja átakinum Virkin januar eggjar ráðið einstaklingum, skúlum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum og soleiðis gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði sær sjálvum og øðrum.

Meira um Virkin Januar kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder