Innanlands

Nýtt átak í Vági: Várdagar

Í døgunum 17. til 31. mai verða Várdagar fyriskipaðir. Ætlanin við átakinum er, at kommunan og borgarar fara at fríðka um og gera klárt til summarið

2021-05-11 22:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 17. til 31. mai verða Várdagar fyriskipaðir í Vági. Tað er Vágs kommuna og partar av vinnulívinum í Vági, sum eru farin saman um eitt átak. Ætlanin við átakinum er, at kommunan og borgarar fara at fríðka um og gera klárt til summarið. Vinnulívið, sum er við í átakunum, ger sítt til, at hettar betri letur seg gera.

Í hesum døgunum er lagt upp til, at borgarar fara at fríðka um heima hjá sær sjálvum. Fríðkanin kann verða alt, frá at reinsa flisar fyri ókrút til at mála stakit ella planta blómur í havan. Tað er hvør borgari í sjálvum sær, sum ger av, hvat viðkomandi ger. Somuleiðis ger kommunan sítt til, soleiðis at býurin verður fríðkaður og gjørdur summarklárur. Arbeiðsmenn hjá kommununi fara m.a. at planta í blómubeðini runt um í kommununi.

Kommunan bjóðar eisini borgarum ókeypis plantupakka, ið kemur frá Skógrøkt Landsins. Eisini verða træspónir at fáa

Lagt er eisini upp til, at sálarligaheilsanin og ABC kemur við í átakið. Borgarar, familjur og grannaløg kunnu fyriskipað tiltøk og dagar, har man er saman, hugbundin og virkin. Dømir kunnu vera, at skipa fyri grannakaffi ella at familjur saman hava nakrar hugnaligar dagar í havanum.

Várdagarnir byrjað komandi mánadag, 17. mai, og halda fram í 15 dagar -  til 31. mai

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder