Mentan

Nýtt barnakór í Eysturkommunu

Vant verður hóskvøld - byrjað verður nú 20. oktober

2022-10-18 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú fáa børn, bæði gentur og dreingir í 3.-7. flokki, møguleika fyri at syngja í barnakóri í Gøtu kirkju. Tað eru leiðandi kreftirnar í Gøtu Kirkju Ungdómskóri, sum koma at standa fyri kórinum.

Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, hevur evstu ábyrgd av kórinum, men sjálvar venjingarnar koma Frida Hammer og Karina Petersen at taka sær av. Málið er, at øll læra at brúka røddina so tíðliga sum gjørligt, og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri.

Kórið fer at venja í Gøtu kirkju hvønn hósdag, frá kl. 17.30 til 18.50. Byrjað verður hósdagin 20. oktober.

Børn aðrastaðni frá, eru eisini vælkomin í kórið. Kórið er ókeypis at luttaka í, og øll, sum ynskja at byrja í hesum nýggja barnakórinum, kunnu møta upp komandi hósdag. Nærri kunning sæst eisini í kvøldskúlafaldaranum hjá Eystur kommunu, sum kann heintast her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder