2024-01-29 14:14
Sunnudagin varð nýtt hitamet sett í Stórabretlandi, tá 19,6 hitastig vórðu skrásett í bygdini Kinlochewe í norðara parti av Skotlandi.
Hetta er nýtt bretskt met fyri januar. Gamla metið varð 18,3 stig, sum varð skrásett í Aber í 1958 og 1971, og í Inchmarlo og Aboyne í 2003, skrivar DR.
Umframt at tað er nýtt bretskt met, er hetta eisini tað, heitasta, sum nakrantíð er skrásett í Skotlandi um veturin. Tann higartil heitasti vetrardagurin í Skotlandi var 28. desember 2018, tá 18,7 hitastig vórðu skrásett í bygdini Achfary í norðara parti av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald