Innanlands

Nýtt dagstovnatilboð á Húsum

Í løtuni eru níggju børn í aldrinum 0 til 9 ár á Kalsoynni. Bygdarhúsið á Húsum verður í løtuni umvælt og skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum

Klaksvíkar kommuna søkir nú eftir tveimum starvsfólkum til at starvast á dagstovni á Húsum. Eftir ætlan letur nýggja tilboðið upp 1. februar. (Mynd: Pól Sundskarð)

Klaksvíkar kommuna søkir nú eftir tveimum starvsfólkum til at starvast á dagstovni á Húsum. Eftir ætlan letur nýggja tilboðið upp 1. februar. (Mynd: Pól Sundskarð)

2023-12-18 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í løtuni er starvslýsing úti, har Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til nýggja dagstovnatilboðið á Húsum.

Soleiðis skrivar klaksvik.fo í dag. Orsøkin til nýggja tilboðið er ein vaksandi tørvur - eitt barnatal sum er hækkandi í oynni: 

- Barnatalið á Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 á í oynni. Tvey børn eru fødd í ár, og tí hevur kommunan í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð í oynni.

Klaksvíkar kommuna er komin fram til, at bygdarhúsið á Húsum skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum. Tað verður í løtuni umvælt til endamálið. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og samstundis nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum.

- Øll miðhæddin í húsinum verður høvuðsumvæld. Trappurnar eru fluttar, kaminan er flutt, gólvhiti lagdur og er ein lítil køkur settur upp. Tað er bygdafelagið, sum stendur fyri umvælingini og kommunan leigar síðan hølini, skrivar Klaksvíkar kommuna

Freistin at søkja nýggju størvini er í morgin, 19. desember. Eftir ætlan letur nýggja tilboðið upp 1. februar.

[object Object]
Umvælingar eru í gongd á Húsum (Mynd: klaksvik.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder