Innanlands

Nýtt farmaflogfelag ávegis

Birgir Nielsen er settur stjóri í felagnum og Regin Jacobsen er nevndarformaður

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-19 19:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sp/F 25.05.2021 og P/F Bakkafrost hava í dag stovnað nýtt felag, sum hevur til endamáls at reka flogfarmaflúgving til og úr Føroyum. 

Felagið arbeiðir við ætlanum um at keypa ella leiga farma-flogfar og at seta hetta í rakstur millum Føroyar og útheimin skjótast til ber. Samstarvsavtala er gjørd við Bakkafrost, sum eisini verður høvuðskundi hjá felagnum og kemur Bakkafrost væntandi at brúka meginpartin av kapasitetinum út úr FAE. Á heimgangandi túrunum verður pláss fyri veitingartrygd til føroyskar innflytarar, eins og møguleiki verður fyri nýhugsan innan innflutning av vørum til Føroya.

[object Object]Birgir Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Stigtakararnir handan felagið eru Heðin Krett, Andrew Djurhuus, Hans Meinhard á Høgabóli og Birgir Nielsen. Hesir manna eisini nevndina saman við Regin Jacobsen og Rúna M. Hansen. Birgir Nielsen er settur stjóri í felagnum og Regin Jacobsen er nevndarformaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder