Søtt & Salt er fyrsta bókasinið, sum Kvinna gevur út, og sum navnið á útgávuni leggur upp til, so er tað bæði tann søti og tann salti køkurin, sum fyllir tær 100 síðurnar, sum koma út í handlarnar í dag.
- Matur hevur verið ein fastur partur av Kvinnu, síðani blaðið fyrstu ferð kom út. Í ár fyllir Kvinna 15 ár, og við hesari útgávuni vilja vit fagna tí góða smakkinum og skapa eitt rúm, har vit tosa um mat, sigur Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu.
Søtt & Salt inniheldur fleiri sergjørdar uppskriftir, sum ongantíð eru prentaðar fyrr, men eisini nakrar klassikarar, sum vit kenna frá Kvinnu. Í bókasininum eru trý stór temu: eitt um sjokolátu, eitt um kaffi og eitt um súrdeiggj og bakstur. Tú finnur eisini samrøður um mat og eina grein um føroyskt seyðahald.
- Tað, sum vit vilja við hesum bókasininum, er bæði at geva íblástur til, hvussu tú fært tað besta burturúr mati, men tað er eisini at nørdast eitt sindur saman. Matur er ein ótrúliga stórur partur av føroysku mentanini, og alt tað nýggja, sum hendur á føroyska matpallinum, er ein avgerandi orsøk til, at vit í Føroyum síggja so stóra framgongd á fleiri økjum og so nógvan áhuga fyri okkum uttanlands. Men vit mangla eitt stað, har vit tosa um mat, og tað er her, miðlar eru áhugaverdir, tí teir kunnu viðgera og skapa tað rúmið, har tað verður sett orð á tey rákini, sum fara gjøgnum samfelagið.
Bókasinið verður til sølu í handlum, bókhandlum, matstovum og kaffistovum kring landið.
Í blaðnum finnur tú fleiri køkuuppskriftir: klassikarar, nýtolkingar og eisini heilt sergjørdar uppskriftir.
Vit tosa um matgleði við Rólant Waag Dam, sum seinni í november er aktuellur við trimum sjónvarpssendingum um føroyska matpallin.
Vit leggja upp til at eta væl frá morgun til myrkurs við uppskriftum, sum hóska til allar dagsins løtur.
Vit hitta eina føroyska bóndafamilju og tosa um umstøðurnar fyri seyðahaldi, oyðsl og dreymin um at vera sjálvbjargin við mati.
Vit gera súrdeiggj og baka morgunbreyð, bollar og foccacia.
Vit nørda kaffi so nógv, at tað næstan verður for roskut.
Og so hava vit fimm fantastiskar sjokolátauppskriftir.
Myndir: Amy Hansen, Rósa Tovudóttir og Tróndur Dalsgarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald