Mentan

Nýtt fótbóltsmagasin á gøtuni

Tróndur Arge er blaðstjóri á nýggjum fótbóltsmagasini við navninum Ellivu

(Mynd: Ellivu)

(Mynd: Ellivu)

2020-12-02 06:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum, fara vit at greina føroyskan fótbólt á einum nýggjum palli, har dygdin á snið, myndum og greinum verður í hásæti.

Soleiðis skrivar Tróndur Arge, blaðstjóri á Ellivu, um nýggjasta magasinið á marknaðinum, sum hann saman við Gunnari Sørensen og Pætur Eyðunssyni Jensen gevur út.

Ellivu fer at koma út fýra ferðir um árið, og fer at rúma greinar um allan føroyskan fótbólt, og alt sum hevur við føroyskan fótbólt at gera, verður sagt.

[object Object]Tróndur Arge (Mynd: Sverri Egholm)

- Farið verður afturum spælararnar, venjararnar, avrikini, kappingarnar, feløgini, tvídráttirnar, avbjóðingarnar, heilsuna, eld­sálirnar, sam­felagið og familjurnar í føroyskum fótbólti. Tað er av alstórum týdningi, at søgurnar í føroyskum fótbólti verða fortaldar, og fáa ein varandi føroyskan pall at verða fortaldar á.

Fyrsta útgávan er umleið 100 síður, og Jóannes Bjartalíð úr KÍ er á forsíðuni. Blaðið kostar 89 krónur, og kann keypast í handlum kring landið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder