Greta Svabo Bech, sangari úr Miðvági, kemur nú við nýggjum tilfari. 1. februar kom fyrsta staklagið, ”All My Bones” av komandi ”Bones” EP’ini.
Bara um vikuskiftið hava yvir 100.000 fólk longu lurtað eftir tekst-videolagnum, sum varð lagt út á YouTube.
Tekst-videolagið og myndirnar sum fylgja við útgávuni byggja á tær serligu infrareyðu føroysku nattúrumyndirnar sum Greta hevur tikið. Hesin mátin at avmynda umhvørvið uppá fangar júst tað rúmið, sum gevur íblástur til ljóðmyndina. Greta greiðir frá:
“Infrareyð myndatøka er ikki vanlig at síggja av føroysku nattúruni, men hetta slagið av myndatøku lýsir mína tónleikaverð betur enn eg fyrr havi verið før fyri og ímyndar Føroyar sum eina dreymaverð. Tað gevur eina eyka dimensión til mítt umhvørvi - eina skuggaverð sum ikki sæst í fyrstu syftu.”
Fýra løg verða á EP’ini, sum kemur út seinni í vár. Løgini á EP’ini eru ”All My Bones”, ”Before You Go”, ”Numb” og ”Hear the Melody”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald