Mentan

Nýtt frá indirokk orkestrinum Fremmand

Staklagið "Legendary Lover" gjørt saman við Peter Hayes í amerikanska orkestrinum Black Rebel Motorcycle Club

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-01 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurlenska indie rock orkestri Fremmand gevur í dag út staklagið ”Legendary Lover” saman við plátufelagnum Tutl.

Lagið er gjørt saman við amerikumanninum Peter Hayes, ið er limur í orkestrinum Black Rebel Motorcycle Club.

Samstarvið er komið í lag eftir at Fremmand var á konsertferð saman við BRMC í Danmark og Týsklandi. Lagið er vorðið til tvørtur um Atlantshav. Peter Hayes hevur tikið upp í L.A. og Fremmand hevur tikið upp í Danmark og Føroyum.

Peter Hayes spælir guitar og syngur saman við Janu Hjalgrimsdóttir, forsangara í Fremmand. Peter hevur skrivað tekstin í lagnum ”Legendary Lover”, og sigur hann soleiðis um tekstin: “Legendary Lover is about all the things you’re ignorant about, and working through ones own misguided attempts of a fix”.

Michael Patterson úr LA hevur miksað singluna í Pleasuredome. Lagið verur útgivið á eini 7” vinyl stakplátu saman við føroyska lagnum ”Vón” sum B-síðu. Eisini verur lagið útgivið talgilt á øllum stroymingarportalum.

”Legendary Lover” er fyrsta staklagið av nýggju Fremmand plátuni ið kemur út 1. september.

Manningin í Fremmand er: Jana Hjalgrimsdóttir, sang, Tinna Tótudóttir, bass, Sigmund Zachariassen, gittar, og Tobias Welzer, trummur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder