2020-03-03 08:43
Leiðland eitur ein nýggjur tónleikabólkur, sum í dag, triðja í triðja, hevur givið út nýtt staklag, sum kann hoyrast á vanligu pallunum, eitt nú Spotify og Youtube.
Leiðland er mannaður við tónleikarum og sangskrivarum, við royndum frá øðrum kendum føroyskum tónleikasamanhangum.
Tónleikurin verður lýstur sum indiepop og ’Veit væl at tú veit tað væl’ er fyrsta lagið á eini EP við Leiðland, sum verður givin út seinni í ár.
Manningin í Leiðland er: Líggjas Olsen, Kristin Nolsøe Bech, Rúni Mouritsen, Vinjar Petersen, Lea Kampmann og Janus Kampmann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald