Mentan

Nýtt frá Son of Fortune fríggjadagin

Nýggja útgávan Voodoo Pop, upptikin í Nashville, verður tøk í hesi vikuni

Benjamin Petersen/Son of Fortune (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Benjamin Petersen/Son of Fortune (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-06 19:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 8. mai kemur nyggja útgávan hjá Son of Fortune út. Plátan, við heitinum "Voodoo Pop", er upptikin í Nasvhille Tennessee saman við Grammy-vinnandi toyminum Mike Fahey og Vance Powell.

Benjamin Petersen, maðurin handan Son of Fortune, fór í byrjanini av 2019 avstað til Nashville, við dreyminum um at kom í lag við fólk á ovstu rók á tónleikapallinum í sokallaða Music City. Við sær hevði hann sín gamla Stratocastara og eitt kuffert við sangum, ambitiónum og dirvi.

Tað gekk skjótt at fáa fatur í teimum røttu fólkunum og áðrenn hann visti av, stóð hann uttan fyri upptøkuhølið hjá navnframa framleiðaranum Vance Powell ( Jack White , Chris Stapleton ) við einum six-pack av hansara yndisbjóri. Hetta førdi til samstarvið, ið bleiv til plátuna "Voodoo Pop".

Tónleikurin førkar seg frá ráum rokki til meira fólksligar tónar og tónleikurin hjá Son of Fortune avbjóðar tí lurtaran, men gevur samstundis eina heimliga kenslu.

Rolling Stone Magazine í Tysklandi lýsti einaferð tónleikin hjá Benjamini sum "Voodoo Pop", og hetta hevur hann tikið til sín, og kallar bæði tónleik sín og nýggju plátuna ”Voodoo Pop”.

"Voodoo Pop" verður síðst í vikuni tøk á øllum stroymingsíðum, og eisini sum pláta hjá Tutl.

Bárður DC hevur gjørt video til ”Spiritual Illiterate", sum er tøkt á YouTube.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder