Í dag, 30. august eru 25 ár liðin, síðan samarittbólkurin hjá Reyða Krossi Føroya varð settur á stovn.
Vit síggja tey javnan – fólkini í reyðu búnunum við eyðkendu smáu ryggsekkjunum og Reyða Kross-merkinum á bringuni. Tey eru sjónliga til staðar á stórum konsertum, festivalum, ítróttatiltøkum, stevnum og sum heild, tá ið nógv fólk savnast.
Tey eru samarittarnir hjá Reyða Krossi - menniskju við ymiskum royndum, frá ymiskum samfelagsbólkum og á ymiskum starvs- og útbúgvingarstigum. Fólk, sum sjálvboðin og ólønt brúka stóran part av síni frítíð at ansa eftir okkum. Hesi 25 árini hava samarittarnir ment seg og eru nú ein væl skipað, sjálvboðin heilsutilbúgving.
Kári við Rættará hevur sniðgivið frímerkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald