Tvey nýggj hotell verða bygd í høvuðsstaðnum samstundis sum Hotel Føroyar byggir út, og verður dupult so stórt.
Men í Klaksvík hava tey eisini mót upp á ferðavinnuna. Í øllum førum eru tað fólk, sum arbeiða við at byggja hotell við 80 kømurum fyri einar 110 milliónir krónur. Tað sigu ein teirra, sum fæst við fyrireikingarnar, við útvarpið í dag.
Ætlanin er at byggja hotellið á útfyllingini í miðbýnum.
Kringvarpið veit, at fyritøkur í Klaksvík og norðuri í Eysturoynni eru spurdar um tær vilja vera við, og nakrar teirra hava játtað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald