Leygardagin var nýggjur standardur settur fyri, hvussu heitt tað kann gerast í Evropa í november mánaði.
Ein samanrenning av lýggjar luft, ið blæsir úr Norðurafrika yvir um Miðjararhav og ein sokallaðan fønvind, sendi hitamátararnar á griksku oynni Kreta upp um 35 stig, skrivar dr.dk.
Óvanligi novemberhitin varð máldur í lítla frítíðarbýnum Sisi við landnyðringsstrondina á Kreta, beint eystan fyri størru frítíðarbýirnar Hersonissos og Malia.
Her kom hitin á middegi leygardagin upp á 35,1 stig, sum er tað hægsta, sum nakrantíð er mált í Evropa í november.
Gamla metið varð eisini sett á Kreta, tá hitamátarin í november 1990 vísti 35,0 stig í býnum Chania.
Hetta er aðru ferð í ár, at nýtt hitamett fyri ein mánaða, er sett í Evropa. Í juli vóru máld 48,2 stig á Sardinia, sum er tað hægsta fyri ein juli mánað í Evropa nakrantíð.
Tað var óvanliga heitt á Kreta leygardagin, har hitin fleiri staðni lá oman fyri 33 hitastig. Í Chania har vesturi á oynni vórðu máld 33,7 stig, meðan hitin í býnu Souda har nærhendis, var 33,5 stig.
Sambært griksku veðurstovuni í Athen, vórðu máld yvir 30 stig á 51 mátistøðum í Grikkalandi leygardagin.
Vanligi mesti dagshiti í við norðurstrondina á Kreta í november er 20,2 stig. Nýggja hitameti kom eftir at ógvuliga lýggj luft er rikin út yvir Miðjararhav frá Libya móti Kreta.
Á suðurstrondini á Kreta og á nærliggjandi oyggjunum, Santorini og Rhodos lá hitin ‘bert’ millum 26 og 30 stig.
Á norðursíðuni á Kreta harafturímóti kom hitin upp á 33 til 35 stig, tá vindurin kom oman aftur av tí yvir 2.000 metra høga fjallarygginum, sum er á oynni.
Hesin sonevndi fønvindurin, sum verður turkaður og hitaður, tá hann blæsir oman av fjøllunum, merktist serliga undir Lefka Ori – Hvítu fjøllunum – har vesturi á oynni og norðan fyri Dikti-fjøllini har eysturi.
Sisi, har tey 35,1 hitastigini vórðu máld, liggur beint norðan fyri Dikti fjøllini, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald